Hey, Eg eiti Mai.
Mín ferð inn í kropsterapi og kvinnuheilsu er djúpt grundað í mínum egnu royndum sum mamma, vitan um tann kvinnuliga syklus og fantastisku evnunum hjá kroppinum at lekja seg sjálvan.
Eg eri mamma at trimum gentum, og at bera tær til heimin hevur verið ein av teimum mest broytandi upplivingunum í mínum lívi. Sum mamma havi eg kent djúpa grøðing og fingið sterkt samband við mín egna kropp og mína intuitión. Hetta hevur givið mær eitt brennandi ynski um at vera ein fyrimynd fyri døtrum mínum – at vísa teimum, hvussu máttmikil kvinnukroppurin er, og hvussu nógv æra og gandur er í okkara kvinnuliga syklusi.
Mín eldhugi fyri heilsu og vælveru hevur ført meg á eina ferð við læru og fordjúping. Eg havi lært til doula hjá Free Birth Society, eisini um kvinnu syklus hjá Blood Mysteries School og frá Qiddist Ashé, sum leiðir The Womb Room.
Harumframt havi eg tikið fleiri yogaútbúgvingar, og nakrar av teimum eru serliga ætlaðar kvinnum, eitt nú við graviditetsyoga, eftirføðsluyoga og fertilitetsyoga. Yoga og rørslur eru ein stórur partur av mínum arbeiði, tí eg trúgvi upp á, at kroppurin goymir lykilin til djúpa broyting.
Eg síggi kroppin sum ein undurfullan part av okkum, sum altíð arbeiðir fyri okkum – ikki ímóti okkum. Kroppurin tosar við okkum gjøgnum okkara symptomir, og tá vit lurta eftir teimum, liggur ein gáva í teirra boðskapi. Tí arbeiði eg á ein hátt, har eg ynski, at tú kennir teg íblásta og lyfta – ikki sjúkugjørda ella í stríði við tín egna kropp.
Sum kropsterapeutur undir útbúgving bjóði eg kropsterapi til øll, sum ynskja at finna betri javnvág í kroppinum og sinninum. Umframt hetta havi eg eitt serligt tilboð til kvinnur, sum ynskja kropsviðgerð í samband við fertilitet, graviditet ella tíðina eftir føðing. Allar viðgerðir verða veittar fyri lærlingaprís, og eg møti tær júst har, sum tú ert – við nærveru, tryggleika og eini heildarhugsan um tín kropp og tína vælveru.
Eg gleði meg at bjóða tær vælkomnari og stuðla tær á tínari leið móti meira harmoni, javnvág og sterkari sambandi við tín egna kropp.
Hølini eru í Freya’s Rúm, sum liggur á Tinghúsvegur 18, ovasta hædd, 100 Tórshavn.

