Lær at lurta eftir kroppinum Við
Kropsterapi
Títt likam og sinn arbeiða saman, tí er javnvágur ímillum tey bæði avgerandi fyri tína lívsgóðsku, vælveru og heilsu
Kropsterapi
Ein holistikur terapiformur fyri likam, sinn og sál.
Hevur tú ilt í kroppinum hevur tað ávirkan á sinnið, og øvut, hevur tú ójavnvág í sinninum, kann tað seta seg sum spenningar í kroppinum.
Ein kropsviðger hjá mær, tekur útgangsstøði í tær, sum menniskja, sum ein heild.
Kropsterapi brúkar amboð sum djúpa massasju, zonuterapi, akupressur, frígering av liðum, andadráttsvenjing og úrspenning, alt í einari viðgerð
Hvat kann kropsterapi?
Finn innara frið og javnvág
Kropsterapi kann hjálpa við at skapa innara frið og javnvág í tær sum eina heild.
Her eru nøkur umráðir, sum ein viðger kann hjálpa við:
Órógv
Stress og útbrenning
Angist
Pínu
Nakka- og rygg-trupulleikar
Sorg
Trauma
Migrenu og høvuðpínu
Gigt
Andadrátts trupuleikum
Trupulleikar við nervalagnum
Búk og tarm trupuleikum
Menstruatiónspínu
Hyperaktivitet (børn)
Viðgerðin verður tilpassa júst til tín
Ein viðgerð tekur umleið 60 min. og er laga eftir tær, við útgangsstøði í hvørjum tú kemur við og hvar tú ert í lívinum. Viðgerðing er ein samanseting av samrøðu, ymiskum teknikkum á einari briks og kanska amboðum ella venjingum, sum tú kann takað við tær heim.
Í einaari viðgerð kanst tú eisini fáa vitan um hvussu tú kanst fáa betri tamarhald á tínum kroppi og læra at skilja signalini hann sendur, fyri at forða fyri at trupuleikarnir koma aftur.
Kropsterapi er
fyri øll
Øll eru vælkomin til kropsterapi
Eg takið væl ímóti tær, um tú kemur við einari ella fleiri avbjóðingum. Ella tú kanska vilt geva tær sjálvum eitt frírúm, har vit steingja gerandis stressið og tuskan úti
Ein kropsviðgerð er tó ikki ein wellness massasja men harafturímóti eitt persónligt menningararbeiði - so um tú ert klár/klárur at hyggja teg sjálva/sjálvan í eyðuni, so er kropsterapi nakað fyri teg.
fruktbæri, burðartíð og eftirføðing
Kropsterapi og kvinnuheilsa
Kropsterapi er ein blíður, men djúptvirkandi viðgerðarháttur, sum kann stuðla tær ígjøgnum tey ymsu skeiðini í kvinnulívinum. Viðgerðin hjálpir við at skapa javnvág í kroppinum, loysa upp strongd og stuðla náttúrligu evnunum hjá kroppinum at lekja og tillaga seg sjálvan.
Fruktbæri – Kropsterapi kann stuðla tínum fruktbæri við at skapa betri flóð í kroppinum, minka um strongd og fáa javnvág í nervalagið. Tá ið kroppurin er í ró, kann hann lættari finna sína náttúrligu rútmu og betra um líkindini fyri gitnaði. Hetta snýr seg ikki bert um at blíva við barn, men eisini um at koma í betri samband við tína egnu ringrás (syklus). At arbeiða við tínari ringrás (syklus) kann betra um lívsgóðskuna, minka um spenningar og skapa størri javnvág bæði kropsliga og sálarliga. Tað kann hjálpa við at økja orkuna, betra um hormonellu javnvágina, styrkja sambandið við egnan kropp og skapa eitt meira natúrligt flóð í gerandisdegnum.
Burðartíð – Í burðartíðini kann kropsterapi linna kropsligar strongdir, betra um blóðrenslið og stuðla kroppinum í teimum stóru broytingunum, hann fer ígjøgnum. Viðgerðin kann eisini hjálpa við at róa sinnið og skapa eitt djúpari samband við títt barn.
Eftir føðing – Eftir føðing kann kropsterapi hjálpa kroppinum at finna aftur sína náttúrligu javnvág. Viðgerðin stuðlar grøðingini, loysir strongdir frá burðartíðini og føðing og gevur tær ró og vælveru í eini tíð, har nógv orka fer til títt barn. Um tú hevur havt eina torføra ella traumatiska føðing, kann kropsterapi eisini vera ein blíður háttur at arbeiða við kropsligu upplivingunum og hjálpa við at loysa upp strongd ella truplar kenslur, so tú kanst føla teg meira knýtta at tær sjálvari aftur.
Kropsterapi møtir tær júst har, sum tú ert – við umsorgan, nærveru og eini djúpari fatan av teimum náttúrligu tilgongdunum í kroppinum.
Hvat siga kundanir?
-
"Mai er sterk, kærleiksfull, empatisk og sanniliga dugnalig í sínum yrki. Hennara natúrligu evni, saman við hennara umsorganarfullu tilgongd, ger hvørja viðgerð til eina virðismikla uppliving."
Mai, ein framúrskarandi og intuitivur kropsviðgerði
Eg havi verið so heppin at fingið fleiri viðgerðir frá Mai, og eg kann ikki viðmæla hana nóg mikið.
Frá tí løtu, tú hittir hana, merkir tú hennara róligu og mildu nærveru, sum beinanvegin fær teg at føla teg tryggan. Hóast hon hevur eina vakra og stillisliga útsjónd, hevur hon eina óvæntaða kropsliga styrki. Hon dugir bæði at veita viðgerðir, sum eru róligar og mildar, og viðgerðir, sum eru djúpt fokuseraðar og intensar – alt eftir tínum tørvi.
Undir hennara hondum følir tú teg altíð ómetaliga tryggan og væl røktan. Hóast hon er nýggj í hesum yrki, kennist tað sum, at hetta er hennara natúrliga kall – tað flýtur so lætt og intuitivt hjá henni. Hon vísir ein sjálvsálit og førleika, sum samsvarar við tey, ið hava nógv fleiri ár av royndum.
Mai er sterk, kærleiksfull, empatisk og sanniliga dugnalig í sínum yrki. Hennara natúrligu evni, saman við hennara umsorganarfullu tilgongd, ger hvørja viðgerð til eina virðismikla uppliving.
Eg gevi henni hjartaliga mína heitastu viðmæling.
- Tina A.
-
"Hon hevur serlig evni til at lurta – bæði eftir tí, tú sigur, og tí, sum kroppurin fortelur – og tað ger, at tú følir teg skiltan og sæddan."
Tá tú stígur inn í hennara nærveru, kennir tú beinanvegin eina ró og ein hita, sum fær teg at slappa av. Hennara tilgongd er varin og femininur, men hon dugir eisini at taka fast og raka júst tey støðini, har kroppurin veruliga hevur tørv á tí. Hon hevur serlig evni til at lurta – bæði eftir tí, tú sigur, og tí, sum kroppurin fortelur – og tað ger, at tú følir teg skiltan og sæddan.Mai skapar eitt rúm, har tú torir at sleppa tær leysum, tí hon útstrálar tryggleika og umsorgan. Hennara viðgerðir eru ikki bara teknikkir; tað er ein uppliving av at verða hjálptur alla leið – bæði kropsliga og sálarliga. Um tú leitar eftir onkrum, sum veruliga leggur hjarta sítt í arbeiðið, so er Mai tann, tú skalt fara til.
- Anton J.
-
"Mai er ótrúliga dugnalig og behagilig, og til viðgerðirnar hjá henni havi eg følt meg so væl og í tryggum hondum."
Eg havi verið til kropsterapi hjá Mai fleiri ferðir, og havi verið so sera glað og nøgd hvørja ferð. Mai er ótrúliga dugnalig og behagilig, og til viðgerðirnar hjá henni havi eg følt meg so væl og í tryggum hondum. Eg havi fyrr verið til fleiri kropsterapi viðgerðir hjá ymiskum terapeutum, og Mai er heilt klárt ein tann besti eg havi verið hjá. Hon er, uttan iva eitt natúrtalent, tá tað kemur til at arbeiða við menniskjakroppinum.
- Guðrið S.
Um maisa
Eg eiti Mai. Mín ferð inn í kroppsterapi og kvinnuheilsu er djúpt grundað í mínum egnu royndum sum mamma, vísdómi frá tí feminina og fantastisku evnunum hjá kroppinum at lekja seg sjálvan.
Eg síggi kroppin sum ein undurfullan part av okkum, sum altíð arbeiðir fyri okkum – ikki ímóti okkum. Kroppurin tosar við okkum gjøgnum okkara symptomir, og tá vit lurta eftir teimum, liggur ein gáva í teirra boðskapi. Tí arbeiði eg á ein hátt, har eg ynski at tú kennir teg íblástan og lyftan – ikki sjúkliggjørdan ella í stríði við tínum egna kroppi.
Sum kroppsterapeutur undir útbúgving sameini eg mína vitan um kroppin, kvinnuheilsu og serligu tørvin hjá kvinnum á stuðli og javnvág. Eg bjóði viðgerðir fyri lærlingaprís, har eg møti tær júst har, sum tú ert – við nærveru, tryggleika og eini heildarhugsan um tín kropp og títt vælveru.
Eg gleði meg at bjóða tær vælkomnari og stuðla tær á tínari leið móti meira harmoni, javnvág og sterkari samband við tín egna kropp.

