Heim Yin Touch Um Samband Bóka tíð

Lær at lurta eftir kroppinum

Kropsterapi

Títt likam og sinn arbeiða saman, tí er javnvágur ímillum tey bæði avgerandi fyri tína lívsgóðsku, vælveru og heilsu.

Bóka tíð
Kropsterapi

Holistiskur terapiformur

Kropsterapi

Ein holistiskur terapiformur fyri likam, sinn og sál. Hevur tú ilt í kroppinum hevur tað ávirkan á sinnið, og øvut — hevur tú ójavnvág í sinninum, kann tað seta seg sum spenningar í kroppinum.

Ein kropsviðgerð hjá mær tekur útgangsstøði í tær, sum menniskja, sum ein heild. Kropsterapi brúkar amboð sum djúpa massasju, zonuterapi, akupressur, frígering av liðum, andadráttsvenjing og úrspenning — alt í einari viðgerð.

Bóka tíð
Innari friður og javnvágur

Finn innara frið og javnvág

Hvat kann kropsterapi?

Kropsterapi kann hjálpa við at skapa innara frið og javnvág í tær sum eina heild. Her eru nøkur umráðir, sum ein viðgerð kann hjálpa við:

  • Órógv
  • Stress og útbrenning
  • Angist
  • Pínu
  • Nakka- og rygg-trupulleikar
  • Sorg
  • Trauma
  • Migrenu og høvuðpínu
  • Gigt
  • Andadrátts trupulleikum
  • Trupulleikar við nervalagnum
  • Búk- og tarmtrupulleikum
  • Menstruatiónspínu
  • Hyperaktivitet (børn)

Tín persónliga viðgerð

Viðgerðin verður tilpassað júst til tín

Ein viðgerð tekur umleið 60 min. og er løgd eftir tær, við útgangsstøði í hvørjum tú kemur við og hvar tú ert í lívinum. Viðgerðin er ein samanseting av samrøðu, ymiskum teknikkum á einari briks og kanska amboðum ella venjingum, sum tú kanst taka við tær heim.

Í einari viðgerð kanst tú eisini fáa vitan um, hvussu tú kanst fáa betri tamarhald á tínum kroppi og læra at skilja signalini, hann sendur, fyri at forða fyri, at trupulleikarnir koma aftur.

Kropsterapi er fyri øll

Øll eru vælkomin til kropsterapi. Eg taki væl ímóti tær, um tú kemur við einari ella fleiri avbjóðingum — ella tú kanska vilt geva tær sjálvum eitt frírúm, har vit steingja gerandisstressið og tuskan úti.

Ein kropsviðgerð er tó ikki ein wellness-massasja, men harafturímóti eitt persónligt menningararbeiði — so um tú ert klár/klárur at hyggja teg sjálva/sjálvan í eyguni, so er kropsterapi nakað fyri teg.

Kvinnuheilsa

Fruktbæri, burðartíð og eftirføðing

Kropsterapi og kvinnuheilsa

Kropsterapi er ein blíður, men djúptvirkandi viðgerðarháttur, sum kann stuðla tær ígjøgnum tey ymsu skeiðini í kvinnulívinum. Viðgerðin hjálpir við at skapa javnvág í kroppinum, loysa upp strongd og stuðla náttúrligu evnunum hjá kroppinum at lekja og tillaga seg sjálvan.

Fruktbæri — Kropsterapi kann stuðla tínum fruktbæri við at skapa betri flóð í kroppinum, minka um strongd og fáa javnvág í nervalagið. At arbeiða við tínari ringrás (syklus) kann betra um lívsgóðskuna, økja orkuna, betra um hormonellu javnvágina og styrkja sambandið við egnan kropp.

Burðartíð — Í burðartíðini kann kropsterapi linna kropsligar strongdir, betra um blóðrenslið og stuðla kroppinum í teimum stóru broytingunum, hann fer ígjøgnum. Viðgerðin kann eisini hjálpa við at róa sinnið og skapa eitt djúpari samband við títt barn.

Eftir føðing — Viðgerðin stuðlar grøðingini, loysir strongdir frá burðartíð og føðing og gevur tær ró og vælveru. Um tú hevur havt eina torføra ella traumatiska føðing, kann kropsterapi vera ein blíður háttur at arbeiða við kropsligu upplivingunum, so tú kanst føla teg meira knýtta at tær sjálvari aftur.

Kropsterapi møtir tær júst har, sum tú ert — við umsorgan, nærveru og eini djúpari fatan av teimum náttúrligu tilgongdunum í kroppinum.

Hvat siga kundarnir?

"Mai er sterk, kærleiksfull, empatisk og sanniliga dugnalig í sínum yrki. Hennara natúrligu evni, saman við hennara umsorganarfullu tilgongd, ger hvørja viðgerð til eina virðismikla uppliving."
— Tina A.
"Hon hevur serlig evni til at lurta — bæði eftir tí, tú sigur, og tí, sum kroppurin fortelur — og tað ger, at tú følir teg skiltan og sæddan."
— Anton J.
"Mai er ótrúliga dugnalig og behagilig, og til viðgerðirnar hjá henni havi eg følt meg so væl og í tryggum hondum. Hon er uttan iva eitt natúrtalent, tá tað kemur til at arbeiða við menniskjakroppinum."
— Guðrið S.
Mai

Um Maisa

Eg eiti Mai

Mín ferð inn í kropsterapi og kvinnuheilsu er djúpt grundað í mínum egnu royndum sum mamma, vísdómi frá tí feminina og fantastisku evnunum hjá kroppinum at lekja seg sjálvan.

Eg síggi kroppin sum ein undurfullan part av okkum, sum altíð arbeiðir fyri okkum — ikki ímóti okkum. Kroppurin tosar við okkum gjøgnum okkara symptomir, og tá vit lurta eftir teimum, liggur ein gáva í teirra boðskapi.

Les meira